2017-12-27 20:09
Fríggjadagin klokkan 14 letur nýggja matstovan Broadway í Miðvági upp. Broadway letur upp har XV helt til fyri nøkrum árum síðani.
Broadway fer bæði at selja mat og hava barr. Køkurin hevur opið frá klokkan 14 til 22:30 allar dagar. Fríggjadag og leygardag frá klokkan 23:30 til klokkan 04 verður tónleikur at hoyra í hølunum.
Broadway kemur at selja pitsa, burgara, pitabreyð, búff, durum, salat, tvíflís og kips. Tað er Walid Meriah ið verður dagligur leiðari í Broadway.
Tað fer at bera til at ganga inn í erva og neðra. Telefon nummari hjá Broadway er 331030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald