22 ára gamli danin, Kevin Andreasen, hevur havt eitt sera gott ár. Við listanavninum BRO tók hann Danmark á bóli, og hann átti lagið, sum danir lurtaðu mest eftir á Spotify.
Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og tað verður ein sonn rekkja av hittum, sum fara at dunga yvir glaðu fjøldina í Vágsbotni tann 29. juni. Fyri at skapa tann fullkomna summarhýrin, kunnu fyriskiparnir nú kunngerða, at vælumtókti BRO skal framføra á Okkara Voxbotn. Lagið ???Sydpå??? hjá BRO lá ovast á fleiri listum í Danmark í summar, og BRO er longu farin í holtur við at gera nýggjan tónleik, og tað fyrsta verður útgivið í februar í ´19.
Samanlagt hava løgini ???Hvor er du BRO???, ???Er nettet nede???, ???Kondi???, ???Lidt til en side???, ???Glad??? og ???Sydpå??? meira enn 40 milliónir spælingar á teimum talgildu miðlunum. Tað verður sannur summarpoppur, tá BRO fer á pallin við sínum glaða, nútímans tónleiki.
Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Hanus, Páll Finnur Páll, VSJ???og Frum???fara at framføra á Okkara Voxbotn2019, sumverður tann 29. juni.
Atgongumerkjasølan gongur við rúkandi ferð, og fyriskiparar rokna við, at útselt verður áðrenn jól. Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á???ebillett.fo.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald