Vinna

Brimil og Borgarin komu á Kollafjørð fyri løtu síðan

...

2018-09-15 07:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðan komu Brimil og Borgarin á Kollafjørð.

Borgarin fekk posan um skrúvuna tá teir vóru til fiskiskap norðannfyri á umleið 64N og 1,5V, boð vórðu send eftir Brimli, tað er langt at sigla hagar norður, men tað hevur gingið væl at sleipað, veðrið hevur verið til vildar.

Borgarin hevur 700 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic, teir byrja at landa beinanvegin teir eru komnir til bryggju í Kollafirði.

Myndirnar hevur Frits Joensen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder