2018-05-06 16:35

Hvalbiartrolarin Steintór fekk maskintrupulleikar fyrr í dag, teir vóru staddir eystanfyri og partrolaðu við Niels Paula, teir sendu boð eftir vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, sum nú hevur fingið fast á Steintór og sleipar hann á Havnina.
Høvuðsmotorurin gekk heitur, so teir kundu tí ikki sigla longur.
Sagt verður úr Suðuroy, at tað er fyrstu ferð, at Steintór, sum er umleið 30-ára gamal, biður um sleip
Steintór og Niels Pauli byrjaðu túrin týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald