Vinna

Brestir kom á Sørvág í morgun

...

2018-08-23 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Brestir, sum hevur verið á svartkalvaveiðu við Føroyar í 4 vikur, kom á Sørvág í morgun, teir hava góð 70 tons, sum er fryst umborð. ??tlanin er ikki at landa áðrenn teir fara nýggjan túr.

Brestir skal bunkra og taka útgerð, umframt at okkurt viðlíkahaldsarbeiðið skal fáast frá hondini, áðrenn farið verður avstað aftur, teir rokna við at sigla aftur um vikuskiftið.

Tað hava verið 9 mans við hendan túrin, skipari var sørvingurin Birgir Hansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder