Vinna

Brestir kom á Sørvág í gjárkvøldið

....

2018-02-04 13:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sørvágstrolarin Brestir kom á Sørvág í gjárkvøldið, teir hava roynt við Føroyar í 4 vikur. Fiskiskapurin hevur verið smáligur, teir hava 85 tons, meginparturin er toskur, tó hava teir eitt sløð av svartkalva eisini.

Brestir landar ikki áðrenn teir fara avstað aftur í komandi viku, í morgin skulu teir taka útgerð til nýggjan túr og bunkra, okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiði skal fáast frá hondini og so er klár til at fara avstað aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder