2018-06-25 22:21

Brestir, sum kom heim undan Eystur-Grønlandi fyri góðari viku síðan hevur í dag landað 230 tons av svartkalva í Ánunum.
Tá ið liðugt var at landa, loystu teir og hava aftur sett kós vestur í hav, teir rokna við at koma á fiskileið við Eystur-Grønland seint hósdagin.
Tað eru 13 mans við hendan túrin, skipari er bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald