
Hagstovan.fo:
Vit innfluttu fyri 6,6 mia. kr. í tíðarskeiðinum januar til november í fjør. Tað eru 800 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið árið fyri, ein vøkstur á 14%.
Tað er meir innflutt av mest sum øllum vørubólkum. Bert í bólkinum maskinur og amboð er tað ein minking. Men innflutningurin í hesum bólki var óvanliga stórur í 2016, so hóast minking í fjør, er framvegis talan um, at nógv er innflutt av hesum vørum.
Størsti vøksturin við 286 mió. kr. er í brennievni, tað eru 49% meir enn sama tíðarskeið árið fyri. Í nøgd er innflutningurin av brennievni vaksin við 21%. Brennievni er nú eisini vorðin triðstørsta innflutningsvøra eftir høvuðsbólkum, við 13% av øllum innflutninginum.
Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald