Ítróttur

Bragdið Top Run verður 13. september

...

2014-08-29 00:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bragdið: Sjálvt um Mjørkadalsfólkini hava pakkað saman, og einki ítrottarfelag er virkið har longur, so heldur Top Run kappingin fram. Nú eitur kappingin Bragdið Top Run. Vit hava fingið handað stafettina og havi sett kappingina í kalendaran tann 13.september.

Rennirutan er av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu, tí sum fyriskipararnir plagdu at siga, so er bert ein brekka, og hon byrjar í Kollafjarðardali og endar uppi á Sornfelli. ??ll, sum hava luttikið higartil, hava gjøgnumført teinin, so tað er ikki at halda seg aftur.

Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Ein Mjørkadalsmaður hevur eftirlit við hølini á Sornfelli og hann er so beinasamur at lova okkum innum at handa heiðursmerki og har bjóðar Bragdið rennararnum okkurt smávegis at eta og drekka.

Tilmeldingin er klár inni á okkara heimasíðu, bragdid.fo. Farið undir melda til kapping, har ein leinkja er til renningina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder