Leygardagin 15.august kl. 15.00 fara vit aftur at renna Top Run ! Hendan serstaka renningin, sum bara hevur eina brekku, er 9,8 km. Byrjað verður í Kollafjarðardali, sum er 75 m yvir havinum og runnið verður niðan á Sornfelli , sum er 680 m yvir havinum. Rutan verður av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu. Tó hava øll gjøgnumført teinin, so rutan er ikki verri enn so. Rutan er eisini so serstøk, at seinasta ár helt onkur, at vit áttu at boðið útlendingum higar at renna. At renna móti brekku allan vegin og samstundis njóta vakra landslagið, tað kann næstan ikki verða betri.
Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Vit sleppa inn í hølini á Sornfelli og har bjóðar Bragdið øllum ein góðan drekkamunn og somuleiðis handa vit eisini heiðursmerkini har inni.
Tilmeldingin er klár inni á okkara heimasíðu, bragdid.fo. Farið undir melda til kapping, har ein leinkja er til renningina. Og sjálvandi er best at melda til, sum skjótast, tí tað lættir um fyrireikingarnar.
Vit í Bragdinum vóna at síggja nógvar luttakar til kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald