2018-07-27 16:19
Aftur í ár fegnast vit tí um ólavsøkuna og síggja fram til at hitta ætt, vinir og kenningar í góðum lag hesar hásummardagarnar, ið vit veruliga gleða okkum til á hvørjum ári. ??lavsøkan er savnandi, hon fevnir okkum øll og ger ikki mun á nøkrum.
??ll tey spjøldur, vit seta á hvønn annan, og allir teir kassar, vit koyra hvønnannan í, eru burturi ólavsøkudagarnar, tá alt kegl og allar ósemjur eru gloymdar. Hesir dagar eru merktir av einum heilt serligum veitslu- og høgtíðsdámi, sum teljast millum bestu løtur á árinum.
Tað er eisini hetta, ið eigur at eyðmerkja okkum sum tjóð, at vit megna at standa saman og at hava nakað saman, og at vit ikki skammast við tað, vit hava felags. Tvørturímóti kunnu vit samgleðast um okkara góða land, okkara ungdóm og teir góðu ókomnu dagar, Føroyar og føroyingar eiga úti í framtíðini.
??lavsøkan er høgtíðin hjá okkum øllum, bæði børnum og vaksnum, ungum og eldri, og ger ikki mun á nøkrum. Ongin ólavsøka er lík aðrari. Hvør einasta er ein nýggj ólavsøka, við sínum egna lívi og skapi.
Vit lata dyrnar upp á víðan vegg og eru til reiðar at taka ímóti gestum, tí Havnin er ikki bara høvuðsstaður okkara, ið her búgva, men høvuðsstaður hjá øllum føroyingum. Vit vilja fegin, at øll skulu hava tað gott í Havn hesar dagarnar og gleðast um øll, ið gera okkum tann heiður at vitja.
Góða ólavsøku!
Annika Olsen
Borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald