Vinna

Borgarin skal landa svartkjaft í Kollafirði

...

2018-01-13 15:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Borgarin er áveg á Kollafjørð við 500 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic, á Faroe Pelagic skulu teir heilfrysta svartkjaftin, teir verða á Kollafirði kl. 8 í kvøld.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað vigraði illa hendan túrin. Teir koma inn nú, fyri at svartkjafturin ikki skal blíva ov gamal til at frysta inn.

Tað eru 12 mans við  og skipari er John Leif Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder