Vinna

Borgarin siglir heim fullfermdur

...

2018-02-21 19:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Borgarin hevur verið til svartkjaftafiskiskap í altjóða sjógvi - suðurii á 50N, sum er beint vestur úr París, teir hava 24-2500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún. Borgarin verður á Fuglafirði beint eftir middag í morgin, veðrið er gott á leiðini har teir eru staddir, eitt lítið lot undan.

Annars sigur skiparin - John Leif Joensen - at hetta er ein av teimum longru túrunum - Tá ið teir løgdu avstað suðureftir, í farnu viku, gjørdist veður forsøgnin sera vánalig, so teir sigldu innan fyri Hebridirnar. Veðrið bara vesnaði, so teir endaðu við at sigla gjøgnum Írska havið, runt Írland fyri at koma suður um eitt storm lágtrýst. Tá ið teir komu á fiskileið, høvdu teir siglt 780 fj.. Tá ið teir byrjaðu var gott fiskaríð, men teir máttu bróta túrin av og sigla inn við einum manni, sum fekk ein skaða í hondina, teir sigldu inn til Bantry Bay, so maðurin kundi koma undir lækna hond, hann hevur tað gott nú.

Borgarin fer aftur á svartkjaftafiskiskap, tá ið teir hava landað til Havsbrún.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder