2018-10-24 08:19

Borgarin kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 1.200 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi norðanfyri, teir hava roynt á umleið 63N og 1V.
Tað er góð sild skipini fáa norðanfyri - støddin liggur um 400 gramm.
Tað eru nógv føroysk og íslendsk skip í føroyskum sjógvi norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald