Vinna

Borgarin kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin

...

2018-09-24 22:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Borgarin kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin við 400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir byrja at landa kl. 8.

Borgarin hevur roynt norðanfyri. 

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at tað var ikki nógv at síggja í gjár, Tróndur í Gøtu og Tummas T. eru farnir norðurum markið í altjóða sjógv at leita, teir vóru í kvøld á 65N, har hevur ljóðað frá, at íslendsk, grønlendsk og russisk skip hava havt góðan fiskiskap.

Tað hevur verið eitt fríkst høgættarlot teir seinastu dagarnar.

12 mans eru við hendan túrin, skipari er John Leif Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder