2018-09-18 17:50

Borgarin siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir koma á Kollafjørð seint í kvøld. Teir hava 800 tons av makreli, sum verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Borgarin hevur roynt á umleið 63,2N og 1,2V.
Tað er nógvur makrelur at síggja norðanfyri og hann stendur á einum stórum øki.
John Leif Joensen er skipari hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald