Á Parnassinum á Hotel Hafnia var stúgvandi fult við fólki, tá bókin "Millumlandasigling-nýgg byrjan", sum er søgan um millumlandasigling og um ??la Hammer, sum var ímyndin av millumlandasigling frá miðskeiðis í 70-inum og upp til okkara tíð, bæði sum skipari og eisini stjóri á Smyril-Line, varð løgd fram seinnapartin í dag.
Sigmar Bláberg hevur skrivað bókina í tøttum samstarvi við ??la Hammer og konu ??la Martu Hammer.
Ein sera hugnalig og rørandi løta á Hotel Hafnia.
??r bókini:
Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt skip at røkja siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini.
??li Hammer gekk undan at taka stóra stigið og gjørdist stjóri í felagnum.
Hann hevði drúgvar royndir í millumlandasiglingini, tí hann var skipari á "Smyrli", frá tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line varð stovnað.
Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á føroyskum kjøli, við fólki og farmi.
Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í 1990-unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra "Norrøna" gjørdist ov lítil til økta flutningin.
??li Hammer var eisini við til at byggja nýggju "Norrønu", sum gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl.
??li Hammer fyllir 75 ár fyrst í juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald