2021-12-02 22:51
Tvøroyrar Kommuna:
Bókaútgávudagur á Seglloftinum á Tvøroyri
Uml. 50 fólk vóru møtt til útgávudag á Seglloftinum á Tvøroyri ónskvøldið, har rithøvundurin ??li Jacobsen legði fram bók sína um sýslumannin og tingmannin Kristian Djurhuus, sum var føddur 12. februar 1895 i Tórshavn og doyr 20. november 1984 i Trongisvági.
??li skrivar um Kristian Djurhuus, at hann var á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður eftir heimastýrislógina.
Kristian Djurhuus (1895-1984) var sýslumaður í Suðuroy í 45 ár, frá 1920 til 1965. Harumframt var Kristian løgmaður, landsstýrismaður og tingmaður í til samans 34 ár. Eisini sat hann eitt skifti í kommunustýrinum á Tvøroyri.
Myndir og meira á heimasíðuni hjá TVK her: http://www.tvk.fo/content.asp?sid=5676&id=
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald