2016-12-01 09:00
Leygardagin 10. desember kl.15. verða bøkur, sum skálvíkingar hava skrivað og týtt, og sum týddar eru til nógv onnur mál, sýndar fram á Keldu í Skálavík. Talan er um úti við 90 bøkur. Ymiskt er á skránni í sambandi við tiltakið. Árni Dahl viðgerð evnið: Skaldskapur í Skálavík.
Spæld vera brot úr, tá ið Marjus Johannesen las Feðgar á ferð í útvarpinum.
Tvey av kamarinum, sum hava røtur í Skálavík, syngja nakrar sangir. Kaffi verður at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald