2017-12-10 09:52
Sunnudagin, tann 10. desember, kl. 15:00 til 17:00, verður bókaframløga um bókina "Nýggjaberg" í Beitinum í Miðvági.
Tað er Páll Kunoy ið hevur skrivað bókina.
Skráin fyri løtuna:
-
Borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen bjóðar vælkomin.
-
Tveir sálmar verða sungnir, Valdemar á Løgmansbø og Eivind á Presttrøðni syngja og spæla undir.
-
Tónleikainnslag við Gretu Svabo Bech.
-
Páll Kunoy leggur bókina fram.
-
Til ber at keypa bókina og fáa hana signeraða.
-
Til seinast spælir Greta Svabo Bech "Nærri mín Gud til tín" á fiól.
Høvi verður at fara í Miðvágs kirkju at hyggja eftir modellskipinum Nýggjaberg.
Kommunan bjóðar drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald