Mentan

Bókaframløga í Perluni í kvøld kl. 19

...

2017-06-13 13:44 Author image
placeholder

Forlagi Fjallamyndir gav í 2015 út myndabókinan ???Kom upp á fjallatind??? Tann bókin hevði myndir frá fjallatúrurm úr øllum 18 oyggjunum, sum eisini tittulin á bókini sipaði til.

Sum framhald av henni er nú onnur bókin á veg, við heitinum ???Tú alfagra land mítt???. Hendan nýggja bókin, hevur eins og tann, fyrra myndir frá øllum 18 oyggjunum, hon hevur ikki bert fjallamyndir men eisini myndir frá forvintnisliur støðum fram við sjávarmálanum.

Myndirnar eru skipaðar í túrar og avmerktar á einum korti, sum vísir longdina á túrinum og um túrurin er lættur ella brattur.Stutt frágreiðing er eisini fyri hvønn túrin á føroyskum og enskum.

Tað er, eins og fyrra bókin, Finleif Mortensen sum hevur tikið myndirnar sum hann hevur gjørt á teimum mongu túrunum í føroysku nattúruni.

Fyri at markera útgávuna vil forlagið gera nakað serligt burtur úr í Perluni, Tórsgøtu 3, týskvøldið 13. juni kl. 19.00, har greitt verður frá tilgongdini til bókina við orðurm og myndum Á framløgukvøldinum framførður Tórfríð Tavsen nakrar sangir og verður eisinibjóðað kaffi og køkur.

Umframt hesar bøkur gevur forlagið eisini út myndakalendaran ???A view from the top??? og fer allur ágóðin av bókini og kalendaranum til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

??ll er hjartaliga vælkomin til hátíðarløtu í Perluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder