Mentan

Bókaframløga á Strondum

...

2019-10-10 08:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 16. okt. kl. 18.00 verður forkunnug bókaframløga í bygdahúsinum á Strondum.


Bókin, ið verður løgd fram, er ???Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu???. Bókin er eitt savn av 42 hugleiðingum og bygdasøgum úr Sjóvar kommunu, ið Ragnar Danielsen hevur skrivað.

Hesar bygdasøgurnar vóru skrivaðar og lagdar út á heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu í tíðarskeiðnum 2011-2014, og tær vóru sera nógv lisnar.


Skráin:

Artur Johansen, borgarstjóri, leggur fyri.

Justinus Eidesgaard, hugleiðir um bókina og høvundan

Elisabeth á Fríðriksmørk, Joan Sandursdóttir og o.fl. syngja

Jógvan ??li hevur samrøðu við høvundan, Ragnar Danielsen


Eftir framløguna verður kaffi og okkurt afturvið at fáa.

Bókin verður til keyps á tiltakinum fyri 399 kr, og har verður terminalur.

??ll eru vælkomin til bókaframløguna

Tey sum longu nú vilja tekna seg fyri hesa bók, kunnu senda ein teldupost til[email protected], har tit kunnu skriva navn og adressu og síðani flyta peningin á konto 9181-5343439 í Betri banka.
Bókin kann so avheintast á bókaútgávudegnum á Strondum, um ikki annað er avtalað.


Hósdagin 17. oktober fæst bókin í bókhandlunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder