Mikukvøldið kl. 19 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags bókarframløga á bókasavninum í Sørvági.
Bókin,
ið verður løgd fram, er So normal og tó
ikki.
Høvundurin
er Birita Michelsen úr Sørvági.
Bókin
sigur frá, hvussu tað er at liva við autismu og gevur lesaranum eitt heilt
serligt innlit í lívið hjá ungari kvinnu við autismu.
Marna
Jacobsen, ritstjóri og Hildigunn Niclasen, bókavørður hava saman við Biritu
lagt bókina til rættis. Á bókarframløguni greiðir Marna Jacobsen frá um
arbeiðið við bókini, Holgar Jacobsen fer at syngja nakrar sangir, og fólk fáa
høvi at fáa sær okkurt at drekka og okkurt søtt og jólaligt afturvið.
At
enda kunnu fólk keypa bókina fyri ein tilboðsprís á 200 kr og kunnu haraftrat
fáa Biritu at signera bókina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald