JN

Bogi Bech Jensen útnevndur professari í Bretlandi

...

2014-09-02 17:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bogi Bech Jensen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er júst útnevndur Visiting Professor á Newcastle University í Bretlandi.

Bogi er sera aktivur granskari. Hann hevur skrivað út við 70 javnlíkamettar vísindaligar greinar og er ritstjóri á vísindaliga tíðarritinumIEEE Transactions on Industry Applications. Bogi er serliga virkin á altjóðavøllinum, sum eisini sæst í tíðindagreinini hjá Newcastle University, har nevnt verður, at Bogi er ein av heimsins leiðandi serfrøðingum innan sítt øki.

Bogi vardi doktararitgerðina á Newcastle University á vári 2010 og síðan tá hevur hann havt nakað av samstarvi við Newcastle University. Við at seta Boga sum Visiting Professor ynskir Newcastle University nú at heiðra Boga og formalisera samstarvið.

Greinin hjá Newcastle University sæst viðat trýsta á hetta leinkið

Kelda: setur.fo, orð: Anna Katrin Matras.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder