Mentan

Blátt Gras við nýggjari útgávu

...

2018-10-26 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fríggjadagin 2. november kemur bólkurin Blátt Gras við nýggjari tónleikaútgávu. Teir hava verið íUSA í Crossroads studio, North Carolina og tikið upp. Har var eisini fyrra fløgan, Ávegis, sum kom út í2014, tikin upp. Heitið á nýggju fløguni er Framvegis, og á henni eru 11 sangir. 

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Serliga er tað íblásturin frá ???bluegrass???,sum upprunaliga kom úr amerikansku suðurstatunum, og so akkustiska ljóðmyndin við ljóðførum summandolin, violin, banjo, dobro og munnhørpu. 

Fleiri av løgunum á fyrru fløguni hava verið nógv at hoyrt í okkara útvarpsrásum. Í 2015 vann lagið???There is room at the table???, FMA tónleikavirðisløn sum ???ársins sangur??? innan fólka-, country- ogblues tónleik.

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, JarnholdNattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar. 

Í samband við útgávuna vera hesar konsertir: 

Fríggjakvøldið 2/11 í Frelsunarherinum í Vági kl 21.00

 Leygarkvøldið 3/11 í Reinsarínum í Tórshavn kl 20.00 

Fríggjakvøldið 9/11 í Libanon í Sørvági kl 21.00 

Sunnukvøldið 11/11 í Kelduni í Skálafirði kl 20.00 

Fløgan verður til keyps í sølustøðum kring landið og eisini á útgávukonsertunum. Seinni fæst hon ánettænastum sum Spotify, Itunes o.ø.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder