Felagssskapurin, ið virkar fyri fyribyrgjan og viðgerð innan rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsu, hevur sett Petur Jákup Petersen ??? vanliga nevndur Dakku ??? í starv sum aðalskrivari. Starvið er áramálsett í eitt 3 ára skeið.
Dakku er 64 ár. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði sum arbeiðsformaður og vinnulívsmaður ??? í Føroyum og uttanlanda. Sum kommunupolitikari hevur Dakku gott innlit í politisku skipanina. Á fyribyrgingarliga økinum hevur Dakku verið við til at skipa Bingju-projektið ???Liv Lívið??? hjá Bláa Krossi, sum var á tónleikafestivalunum í fjør.
Hann hevur í nógv ár verið ein drívmegi í sjálvbodna arbeiðinum hjá Bláa Krossi, har hann bæði hevur verið við til at stovna handlar og sum formaður í bygginevndini staðið á odda fyri byggingini av Blákrossheiminum á Nesi. Dakku skal saman við landsnevndini skipa arbeiðið kring landið. Hann tekur við starvinum 1. maj.
Blái Krossur Føroya er eitt hjálpar- og fráhaldsfelag við uml. 1350 limum, skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil:
* arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi ella -evnum.
* hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi ella -evnum;
* hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsandi løgi ella -evnum
* útvega virðiligar bústaðir til fólk, ið eru komin illa fyri av rúsi.
* útvega góð brúkt klæðir og innbúgv.
Blái Krossur eigur og rekur Blákrossheimið á Nesi.
Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum
Kunning um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya er áwww.blakross.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald