JN

Bjørt Samuelsen spyr Karten Hansen um giktsjúku

...

2014-10-04 13:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrispurningurum viðgerð av giktsjúkum, settur Karsteni Hansen, landsstýris­manni, (at svara skrivliga eftir TS §52a)

 

1.     Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggjanøktandi viðgerð til giktsjúk, nú serlæknin hevur sagt seg úr starvi frá 1.januar 2015?

2.     Nær fyriliggur ein loysn, sum tryggjar,at støðið á viðgerðini ikki lækkar?

3.     Hvør er orsøkin til, at serlæknan hevursagt seg úr starvi?

4.     Hvussu nógvar serlæknar í giktsjúkumetir landsstýrismaðurin at tørvur er á í føroyska heilsuverkinum?

5.     Nær og hvussu nógvar serlæknar ígiktsjúku væntar landsstýrismaðurin at fáa sett í starv komandi árið?

Viðmerkingar:

Serlækniní gikt hevur sagt seg úr starvi á Landssjúkrahúsinum, frá 1.januar 2015.

 

Fyrifáum árum síðani, var bíðitíðin til viðgerð stytt munandi, tá viðkomandi læknifór at virka í privatari viðtalu afturat almenna starvinum. Hetta vísir, at ovfáir giktalæknar eru í føroyska heilsuverkinum. Sum skilst hava sjúklingarnir tóverið væl nøgdir við fakliga støðið á viðgerðini, eins og virkandi skipanivaleyst hevur spart heilsuverkinum pengar, tí fólk fáa skjótari hjálp og byrgtverður fyri nógvum innleggingum.

 

Stórur ótti er nú fyri,at støðið á viðgerðini fer at lækka, um vent verður aftur til skipan viðskiftandi konsulentum, sum ikki kenna sjúklingin. Upp­søgnin er enn ein missurfyri sjúkrahúsverkið, sum frammanundan hevur mist serlæknar á fleiri øðrumøkjum.

 

Landsstýrismaðurin hevurfyrr í svari uppá spurningar um sama evni lovað at leggja nógv fyri, til tessat fáa loyst ósemjuna um arbeiðsumstøður og sáttmálaviðurskifti ímillumgiktlæknan og avvarðandi myndugleikarnar. Tað er sera umráðandi, atlandsstýrismaðurin alt fyri eitt kemur við greiðari ætlan fyri at tryggja teimfleiri túsund føroysku giktasjúklingunum eitt haldgott viðgerðartilboð, eisinieftir 1. januar.

 

Lívsgóðska teirra erbeinleiðis tengd at góðari, skjótari og álítandi viðgerð.

 

Á Løgtingi, 3. oktobur 2014

Bjørt Samuelsen

Løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder