Aftur í ár, 27., 28. og 29. apríl heiðrar Bindifestivalurin í Fuglafirði øllum teimum, sum fáast við binding, tað verður seg sum ítrív ella arbeiði. Í 3 dagar fara vit at seta sjóneykuna á binding og handverk, bæði í gaman og álvara.
Leitar tú eftir onkrum spennandi ella ert tú forvitin um, hvat rørir seg millum bindiáhugaði ella manglar tær íblástur, so er Fuglafjørður rætta staðið hesar dagarnar.
Byrja verður longu hósmorgunin við verkstovum og fyrilestrum og seinni um kvøldið verður áhugaverdur pallborðsfundur, har yvirskriftin er ???Klókar hendur og kvik høvd er eisini okkara tilfeingi???
Fríggjadagin og leygardagin halda verkstovur og fyrilestrar fram. Bæði kvøldini verða forvitnisligar kvøldsetur á norðurlendskum máli.
Tey, sum ætla sær aðrar avbjóðingar, hava møguleika at ganga upp um Skarðið, yvir á Hellurnar, har verkstovur eisini verða. Skúlaskipið Dragin siglir luttakararnar heimaftur seint seinnapartin.
Sølutorg og Kaffihús fara eisini at mynda landslagið í býnum hesar dagarnar.
Skráin kann lesast í heimasíðuni http://www.bindifestival.com/skr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald