Gallupkanning í kjalarvørrinum av átakinum við bilvrakum fram við landsvegi undir heitinum, ???Hin dagin eg hevði skund??? vísir, at væl fleiri siga seg halda hámarksferðina. Átakið, sum er samstarv millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar, tekur støði í filminum frá seinasta heysti, ???Hin dagin eg hevði skund???.
Í átakinum vórðu bilførarar ávirkaðir í koyristøðuni við tað at á fimm útvaldum støðum á landsvegi kring landið stóðu bingjur við bilvrakum frá veruligum ferðsluóhappum. Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða.
Spildurnýggj gallupkanning vísir, at síðan 2012 hava ongantíð so mong sagt seg halda hámarksferðina: 46%. Greitt er - eins og væntað - at átakið mest hevur ávirkað tey, sum áður hava sagt seg koyra 90 km/t. Meðan talið á teimum, sum siga seg koyra 100 km/t og skjótari, er 11% av teimum spurdu.
Í apríl í fjør ??? tað vil siga áðrenn átakið um ferð í fjør ??? søgdu bert 32% seg halda hámarksferðina. Í august í ár siga 46% seg gera tað. Hetta er eitt fitt lop í eitt gott ár, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd fegnast um.
Aldursbýtið í nýggju kanningini vísir, at tey 18-24 ára gomlu í minstan mun halda hámarksferðina: bert 24%. Eldri fólk gerast, í størri mun siga tey seg halda hámarsferðina.
Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður
Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri stóran part av vanlukkum á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:
·Halt hámarksferðina í góðum líkindum
·Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom
·Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
·Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald