Mentan

BÍBLIU- OG T??NLEIKAFERÐ VIÐ NORR??NU - eitt hugnaligt vikuskiftið

...

2017-05-29 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vikuskiftið 16 ??? 18 juni ger Norrøna bíbliu- og tónleikaferð til Hirtshals.

Farið verður av Havnini fríggjamorgunin 16. juni kl.03:30 og komið verður aftur á Havnina sunnukvøldið 18. juni kl.22:30

Bíbliutímar og sangløtur verða undir ferðini. Svenning av lofti og Jógvan Páll Sevdal koma at hava bíbliutímar. ??li Jacobsen kemur at hava fyrilestur við authentiskum ljósmyndum um Havnamannin Dollan, sum virkaði sum trúboði í Afrikanska landinum Congo um aldarskiftið 18 ??? 1900.

Somuleiðis verða fleiri sangløtur undir ferðini, har Svein í Prestgarði, MC Restorff og Dia Hvannastein koma at spæla og syngja.

Talan er um eitt bíligt og uppbyggiligt vikuskiftið, har tú einans rindar 1.495,00 krónur fyri ferðina aftur og fram, og tá eru allar morgunmatarbufféirnar og allar kvøldbufféirnar íroknaðar kostnaði. Enn er pláss, og tú kann melda til hjá Smyril Line telefon 345900 ella á [email protected]

Møguleiki verður at vitja í samkomuhúsinum Malta, sum liggur inn frá gongugøtuni.

Samskiparar av ferðini eru Martin Dam Joensen og Poul Jóhan Djurhuus. Um tú vil vita meir um ferðina ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Poul Johan Djurhuus tlf: 228314 ella [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder