Mentan

Bíbliu- og tónleikacruise við Norrønu - bibliutímar og fyrilestrar

...

2019-03-11 16:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kristiliga Tíðindatænastan:

Eins og undanfarnu mongu ár verður aftur í ár ein Bíbliu-og Tónleikaferð við Norrønu millum Havnina og Hirtshals. Ferðin verður í døgunum 18 ??? 21. august. Farið verður av Havnini sunnukvøldið 18. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 21. august kl.17:30

Komið verður til Hirtshals týsmorgunin kl.09:30 og farið verður úr Hirtshals kl.11:30 Fólkið fær tveir tímar í landi, har høvið verður at vitja hugnaligu gongu- og handilsgøtuna í Hirtshals. ??keypis bussflutningur millum Norrønu og gongugøtuna. Føroyska samkomuhúsið Malta liggur beint við gongugøtuna, har fólkið í ferðalagnum eru vælkomin til ein ókeypis drekkamunn.

BÍBLIUTÍMAR, FYRILESTRAR OG T??NLEIKUR

Undir ferðini verða bíbliutímar og sangløtur. Millum tónleikararnar verður MC Restorff. Fyrilestrar verða eisini á ferðini, har Mortan Johannesen, skipari, Mortan hjá Andreasi, kemur at greiða frá, tá danska farma- og ferðamannskipið Hans Hedtoft gekk burtur á Kappanum í 1959. Tað eru í ár 60 ár síðani skipsvanlukkan hendi, og Mortan veit nógv at greiða frá, tá hann var bert 5 fjórðingar frá Hans Hedtoft umborð á Fiskanesi.

Ferðin er ætlað einum og hvørjum, ungum og eldri, sum hevur hug at koma ein slíkan túr.

Við í prísinum er morgunmatur hvønn morgun og allar kvøldbúfféirnar. Tilmelding er byrjað, sum fer fram á Smyril Line tlf: 345900 ella [email protected] Eisini kann tilmelding fara fram á heimasíðuni: smyrilline.fo

Um ein ynskir at vita meir, kann ringjast til Martin Dam Joensen tlf: 235920 ella Poul Jóhan Djurhuus tlf: 228314

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder