Vinna

Betri Trygging fær nýggjan privatkundastjóra

...

2017-12-29 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jónhild Rasmussen er sett sum privatkundastjóri í Betri Trygging, har hon fær ábyrgdina av privatkundavirkseminum, umframt produkt- og strategimenning

Jónhild Rasmussen er 47 ára gomul, og hevur lisið marknaðarbúskap og leiðslu. Seinastu 4 árini hevur hon verið leiðari í Hugskotinum hjá Tórshavnar kommunu, har hon hevur havt ábyrgd av at byggja eitt íverksetaraumhvørvi upp. 

Jónhild hevur hollar royndir innan strategi, vørumenning, marknaðarførslu og leiðslu, og hevur m.a. verið marknaðar-og produktstjóri hjá Føroya Tele. Haraftrat hevur hon drúgvar royndir við at seta nýggjar vørur og tænastur í verk og at fylgja teimum, til tær eru klárar at selja á marknaðinum. 

Jónhild tekur við starvinum 1. februar 2018.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder