Móttøka var í dag á Biskupstøð í Klaksvík í samband við, at Betri samtakið letur 1 millión krónur til Áhugafelagið Nólsoyar Páll, soleiðis at arbeiðið at endurreisa hús Nólsoyar Pálls kann gerast liðugt.
Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað í 2013, har endamálið var at seta merkismanninum Nólsoyar Páll, eitt virðiligt minnismerki í Klaksvík. Síðani hevur arbeiðið við at endurreisa húsini hjá Nólsoyar Páll gingið væl. AlbertIsfeldt, arkitektur, er tekniskur ráðgevi, meðan Archiebald Black er verkætlanaraleiðari.
Archibald Black, sum samstundis er formaður í áhugafelagnum, sigur soleiðis um tjóðarhetjuna: ???Vit hava øll tørv á hetjum og fyrimyndum, og fyri mong okkara er hetta Nólsoyar Páll. Hann er uttan iva millum mætastu, djarvastu og vitugasti fólkini, sum land okkara hevur fostrað.???
Formaðurin í áhugafelagnum heldur fram. ???Uttan stóru gávuna frá Betri P/F og øðrum stuðlum, hevði ikki verið møguligt at fullfíggjað hesa stóru verkætlan. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at vit hava feløg so sum Betri, ið vísa søguni ans, eins og samfelags ábyrgd og virðing fyri okkara felags mentan.???
Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, leggur afturat: ???Vit í nevndini fegnast um møguleikan at stuðla verkætlanum sum hesari. Við undangongufólkum, sum hesum, ið lata hús Nólsoyar Pálls endurbyggja, er okkara mentanararvur og søga í tryggum hondum. Tí stuðla vit fegin arbeiðinum at fullfíggja hesa verkætlan, ið vit meta kemur øllum landinum til góðar.???
Nólsoyar Páll, sum hevði havt 250 ára føðingardag í 2016, bygdi bóndagarðin á Biskupsstøð fyrst í 1800. Mett verður, at húsini hjá Nólsoyar Páll verða liðug endurbygd í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald