Mentan

Betesda 100 ár - stórfingið hátíðarhald

...

2017-09-25 08:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað eru í hesum døgum 100 ár liðin síðani samkoman í Betesda í Klaksvík byrjaði, og somuleiðis eru tað 100 ár síðan fyrsti salurin varð tikin í brúk, sum longu tá fekk navnið Betesda. Fyrsta Betesda varð tikið í brúk í 1917.

Samkoman hevur ynskt at hátíðarhalda 100ári við eini drúgvari skrá, sum fevnir yvir september og oktober. Hátíðarhaldið byrjaði við einum sokallaðum Betesdadegi leygardagin 02. september, har øll samkoman, bæði børn og vaksin, hugnaðu og stuttleikaðu sær í og uttanfyri Betesda allan seinnapartin, har tað bæði varð sungið og grillað.

100ára hátíðarskráin er býtt upp í fýra evnisvikur, har evni tað fyrstu vikuna var FAMILJAN OG HJ??NABANDIÐ. Onnur vikan, sum fevnir frá sunnudegnum 17. september til sunnudagin 24. september er sjálv hátíðarvikan, har nógv søguligt er á skránni við framsýningum, hugleiðingum og fyrilestrum í Betesda.

Seinasta sunnukvøld varð hugleitt um gongdina í samkomuni seinastu 100 árini, men tað varð eisini hugt frameftir. Áhugaverdar samrøður eru eisini við eldri og yngri fólk í samkomuni.

Í gjárkvøldi hevði Jógvan við Keldu fyrilestur um sang og tónleik í samkomuni, og í kvøld, mikukvøldið 20. september kl.20:00, hevur Símun Absalonsen fyrilestur, sum hann kallar: AV VIÐAREIÐI TIL KLAKSVÍKAR, og í annaðkvøld hevur Eyðun Eltør fyrilestur um VEKINGINA Í KLAKSVÍK FYRST Í SEKSTIÁRUNUM OG FRAM TIL ÁTTATIÁRINI.

100-ára haldið heldur fram allan oktober mánaða. Dagarnar 06. oktober til 22. oktober verður evni HIRÐAT??NASTAN, og í døgunum 23. oktober til sunnudagin 29. oktober, verður evni B??N, TR??BOÐAN OG EVANGELISERING, og við hesum endar 100-ára-haldið hjá Betesda.

Skráin sæst inni á BETESDA.fo

Samkoman í Betesda sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin, eisini tey, sum ikki vanliga koma í Betesda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder