
Nógv hevur verið tosað í seinastuni, um at tað er ov bíligt hjá útlendingum at ferðast í Føroyum. Í morgun hava vit á jn.fo hugt inná heimasíðuna hjá Atlantic Airways, og hugt eftir nær pláss eru við tyrluni út til Mykinesar.
Fríggjadagin 29. juni eru 6 pláss tøk í tyrluni av flogvøllinum og út til Mykinesar. Eftir 29. juni skulu vit leita heilt fram til 13. juli fyri at finna næsta túr har pláss er umborð á tyrluni, tá er 1 pláss, sum ikki er bílagt. Tann 20. juli eru 4 pláss á tveimum ymiskum túrum. So næsta mánaðin eru bert 11 pláss tøk umborð á tyrluni, sum enn ikki eru bíløgd.
Tá ið hugt verður eftir yvirlitinum hvussu nógvar rututúrar tyrlan ger til Mykinesar næsta mánaðin, so gevur tað 16 túrar, tað eru pláss fyri max 12 fólkum hvønn túr. Tað gevur 192 pláss og av teimum eru bara 11 eftir, sum ikki eru bíløgd.
Kostnaðurin fyri ein ferðaseðil úr Vágum til Mykinesar er 145 krónur. Vága Floghavn tekur 145 krónur fyri hvønn ferðandi sum fer um flogvøllin, so longu har er øll inntøkan burtur. Afturat tí skal tyrlan jú hava olju og manningin skal hava løn, so tyrlan gevur eitt stórt undirskot í løtuni.
At leiga tyrluna kostar 467 kr/min, sum er 28.000 krónur um tíman. Ein kann seta sær spurningin - hví ikki seta prísin á ferðaseðlunum munandi upp á rutuflúgvingini. Tað eru útlendingar sum taka tey flestu plássini.
Hevði ferðaseðilin fari 10 ferðnar upp hevði hann kostað kr. 1.450, sum gevur beint yvir kr. 17.000 fyri ein túr har øll gjalda fullan prís.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald