2018-01-10 22:54

Frá Sildarvinnsluni í Neskaupstaði verður sagt, at Beitir kom til Neskaupstaðar í morgun við 2.200 tonsum av lodnu, sum verður landað til Sildarvinnsluna, eisini landar grønlendska skipið Polar Amaroq í Neskaupstaði, teir hava 1.650 tons, harav 650 er fryst lodna.
Børkur væntast inn at landa ein av fyrstu døgunum, teir høvdu í dag 1.700 tons.
Lodnuskipini royna á einum lítlum øki í landnyðring úr Langanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald