Vinna

Beitir landaði 3.201 tons av svartkjafti í Neskaupstaði

...

2017-12-22 20:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinasta sunnudag kom trolarin Beitir til Neskaupstaðar fullfermdur av svartkjafti, sum var fiskaður í føroyskum sjógvi í landsynning úr Føroyum. Tá ið liðugt var at landa, vísti tað seg, at teir høvdu 3.201 tons, sum er størsta svartkjaftalast, sum íslendsk skip hava landað.

Í apríl landaði Beitir eisini meira enn 3.000 tons av svartkjafti í Neskaupstaði, tá høvdu teir 3.123 tons, tað skrivar svn.is.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder