BBC fer undir eina nýggja sending ið tey kallað Travel Adventure, og í tí sambandi leita tey eftir einum føroyingi, at verða við í sendingini.
BBC hevur sent ein teldupost til Jóhannus Hansen, sum m.a. hevur verið uppi á Trøllkonufingri, og spurt hann um tað liggur fyri at verða við í sendingini, men tað liggur ikki fyri hjá honum. Tí leitar BBC nú eftir einum øðrum føroyingi, at verða við í sendingini.
Sendingin verður tikin upp í januar, og gongur út uppá, at man skal býta um familju við ein úr Onglandi, soleiðis at føroyingurin býr hjá familjuni í Onglandi í eina viku, samstundis sum hesin persónurin úr Onglandi býr í Føroyum hjá familjuni hjá føroyinginum. Har man so skal royna daglidagin hjá hvørjum øðrum.
Man skal helst ikki hava verið í Onglandi áður, vera ímillum 25-50 ár, dáma væl at vera úti í náttúrni, og tú skal kunna tosa enskt.
Um man kundi tonkt sær, at verði við í sendingini, kann man skrivað til Jóhannus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald