Mentan

Barnaval á Býarbókasavninum í Havn

...

2019-08-28 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 26. august varð atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað ber til at atkvøða til 31. august kl. 17, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll ómyndig børn, sum eru 12 ár og yngri.

Valevnini hava sett upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis. Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg m.a. um kelidjór, klemm, smákykt og songartíðir, og valevnini eru kend úr barnabókunum.

Endamálið við barnavalinum er at læra børnini um demokratisku tilgongdirnar á stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.

Valnevndin vónar, at luttøkan verður góð, av tí at hetta er ein fortreyt fyri eitt umboðandi valúrslit. Vinnandi valevnið fer at fáa ávirkan á Býarbókasavnið komandi tíðina.

Barnaval er eisini á øðrum bókasøvnum kring landið, m.a. á Klaksvíkar bókasavni, Bókasavninum við Løkin og Fuglafjarðar bókasavni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder