Mentan

BARNAK??R TIL NOREGS - 38 børn úr Føroyum

...

2017-09-22 07:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag, hósdagin 21. september, fór eitt ferðalið til Skien í Norra. Talan er um eitt barnakór, sum í alt telur 38 børn í aldrinum 9 ??? 13 ár. Kórið eitur UNITY, og er sett saman við børnum úr Missiónshúsinum á Strondum, Missiónshúsinum Libanon í Sørvági og Nebo á Toftum.

Kórið skal vera gestur hjá norska barnakórinum GLA´VOX, sum hoyrir heima í Skien, og koma at búgva hjá familjunum hjá børnunum í norska kórinum. GLA´VOX-kórið vitjaði í Føroyum í september í fjør, tá tey høvdu konsertir í fullsettum hølum í Christianskirkjuni í Klaksvík og Nebo á Toftum.

Ein spennandi skrá er løgd til rættis, har kórið m.a. kemur at vitja í Ráðhúsinum og í kirkjuni í Skien, og eisini verður tíð sett av til ein siglitúr í Telemarkskanaluni við 135 ára gomlu M/S Victoriu. Leygarkvøldið verður konsert í Gulsett kirkju í Skien, har føroyska og norska kórið koma at syngja í felag og hvør sær, bæði føroyskar og norskar sangir. Sunnumorgunin, 24. september, verður Gudstænasta í Gulsett kirkju, har føroyska kórið eisini kemur at luttaka.

Kórið verður aftur í Føroyum mánadagin 25. september.

Tað eru hjúnini Anita og Oddmar Tausen á Toftum, sum eru samskiparar av ferdini, og vera eisini vid í ferdalagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder