2016-09-07 08:01
Vága býráð samtykti tann 31 august, Barnaáskoðan fyri barnaøki í Vága Kommunu. Hetta arbeiði er ein avleiðing av, at Vága kommuna á heysti 2015, samtykti at gera eitt felags virðisgrundarlag fyri alt barnaøki í Vága kommunu. Endamálið við einum felags viriðsgrundarlagið er at dagstovnarinir hava felags námsfrøðiligu mentan og mál, soleiðis at øll fáa somu góðu tænastu.
Eitt toymi av námsfrøðingum úr øllum stovnum á barnaøkinum í kommununi hava arbeitt við at orða barnaáskoðanina, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald