Vinna

Bakkafrost hevði 268 milliónir í rakstraravlopið 1. kvartal 2018

....

2018-05-07 10:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu tíðirnar hjá laksaalingini halda fram.

Bakkafrost sigur í tíðindaskrivi í morgun, at teir hava eitt rakstrarúrslit uppá 268 milliónir 1. kvartal í ár, tað er eitt vet minni enn í fjør, tá ið rakstrarúrslitið fyri 1. kvartal var 335 milliónir.

Teir hava tikið góð 12.000 tons av laksi í 1. kvartali í ár ímóti góðum 13.000 tonsum somu tíð í fjør.

Laksaprísurin var heldur betri teir fyrstu mánaðirnar í ár, um samanborðið verður við seinasta kvartal í 2017.

Á aðalfundinum, sum var 13. apríl var samtykt, at kr. 10,50 skulu gjaldast út sum vinningsbýti fyri hvørt partabræv, tað gevur eitt samlað útgjald uppá kr. 513 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder