Ítróttur

Bagge og Sorin nýtt venjarapar hjá Víkingi

...

2015-09-17 02:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Víkingur: Víkingur kann í kvøld boða frá at Sámal Erik Hentze verður høvuðsvenjari hjá okkum komandi ár.

Sámal Erik hevur royndir sum venjari hjá serliga høvuðsstaðarfeløgunum, men nú hevur so eydnast okkum at fáa Sámal Erik at standa á odda fyri okkara besta liðið til komandi kappingarár. Somuleiðis er greitt at Sorin Anghel verður hjálparvenjari. Sorin kenna vit best frá tíðini tá hann var fastur partur av EB Streyma liðnum men seinastu stuttu tíðina hevur hann saman við Bagge havt ábyrgdina av besta liðnum á Argjum.

Vit í Víkingi hava seinastu nógvu árini verið partur av føroyskum toppfótbólti har vit serliga hava sett okkara dám á steypafinalurnar sum seinastu árini eru blivnar árliga fótbóltseventi í føroyskum fótbólti. Í landskappingini hava vit eisini verið ímillum tey fremstu feløgini og við nýggja venjaraparinum vóna vit framhaldandi at verða partur av føroyskum toppfótbólti.

Vit bjóða Bagge og Sorin vælkomnum í Víking og ynskja teimum góða eydnu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder