Ítróttur

Badminton: Grand Prix-kapping í vikuskiftinum

...

2016-02-12 15:27 Author image
placeholder

Hvør vinnur gull, silvur og bronsusteypini í Grand Prix-kappingini?

Komandi vikuskifti verður 5. og síðsta Grand Prix-kappingin í einamansleiki spæld á Kambsdali og í Runavík. Og enn einaferð setir luttakaratalið met við 206 tilmeldaðum badmintonleikarum, har uml. 360 dystir skulu spælast yvir tveir dagar.

Av tí, at tað eru so nógvir leikarir, og serliga ungir leikarir, verður ársins síðsta Grand Prix-kapping, sum áður nevnt, spæld á Kambsdali og í Runavík. Hetta er eitt samstarv millum ÍF, Badmintonfelagið Nápur og BSF.

U11, U15 og U17A spæla í høllini á Kambsdali leygardagin 13. februar frá kl. 09.00, U13 spælir í Bylgjuni í Runavík leygardagin 13. februar frá kl. 09.00 og U17B, U17C og vaksin spæla í høllini á Kambsdali sunnudagin 14. februar frá kl. 13.00.

Hetta er fyrstu ferð, at Badmintonfelagið Nápur úr Runavíkini skal royna at standa fyri einari Grand Prix-kapping, men tey hava fyrireikað seg væl og eru til reiðar at loysa uppgávuna.

Til hesa Grand Prix-kappingina luttaka leikarir frá øllum 7 feløgunum ??? HBF, MBF, KBF, VÍF, ÍF, Nápur og Sandoyar Badmintonfelag ??? og er hetta fyrstu ferð, at Sandoyar Badmintonfelag hevur meldað leikarar til eina kapping, og tí vilja vit bjóða teimum hjartaliga vælkomnum.

Teir tveir dagarnar kappingin varar, skulu gull-, silvur- og bronsuvinnararnir av samlaðu Grand Prix-støðuni finnast í U11, U13, U15, U17 og Vaksin ávíkavist fyri kvinnur og harrar. Fyri nakrar av leikarunum er tað sostatt eyka spenningur í luftini ??? men øll eru heilt vist spent til dystirnar í vikuskiftinum. Góða eydnu til tykkum øll.

Kappingarskráirnar liggja á facebook-vanganum hjá BSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder