Tíðindaskriv
Bachelor í lóg á Setrinum í heyst
Nú verður enn ein møguleiki at velja sær útbúgvingarleið á Fróðskaparsetri Føroya. Landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, hevur í dag góðkent nýggja útbúgving í løgfrøði, sum kann byrja komandi heyst. Talan er um eina bachelorútbúgving í lóg, og tá bachelorútbúgvingin verður lokin um trý ár, verður ætlandi eisini møguligt at halda fram við at nema sær embætisprógv í lóg. Tað merkir, at tað fer at bera til at nema sær siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, metir tað hava alstóran týdning at raðfesta útbúgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetrinum. Løgfrøði er ein av grundarsteinunum í einhvørjum samfelag, og tíðin er nú komin til, at vit eisini í Føroyum kunnu bjóða ta siðbundnu 5 ára útbúgvingina innan hetta økið. Løgfrøðiútbúgvingin verður lík teirri donsku útbúgvingini, men fer at leggja dent á skeið, sum eru serliga viðkomandi fyri Føroyar. Eisini fer útbúgvingin at leggja serligan dent á háttalagsskeið, ið eru serliga viðkomandi fyri eitt lítið land við avmarkaðari lóggávuorku. Hanna Jensen sigur: ???Ein føroysk løgfrøðiútbúgving fer at útbúgva løgfrøðingar, sum frá byrjan eru væl inni í serføroyskum viðurskiftum. Vit fáa ment eitt løgfrøðiligt granskingarumhvørvi og eisini gingið einum stóran áhuga hjá ungum føroyingum á møti. Tí eri eg sera fegin um, at hetta stigið nú er tikið.???
Sigurð í Jákupsstovu fegnast eisini um, at Setrið nú fær henda møguleika. Síðan 2013 hevur ein Masterútbúgving í lóg verið boðin út, sum Kári á Rógvi, professari, byrjaði. Bárður Larsen, adjunktur, er í løtuni útbúgvingarleiðari fyri løgfrøðiútbúgvingina.
Á Søgu- og samfelagsdeildini eru førleikarnir bygdir upp síðstu árini, eins og eitt gott samstarv er við løgfrøðiliga samfelagið í Føroyum og uttanlands. Tí er tað gott, at vit nú fáa lagt eina bachelorútbúgving í lóg aftrat møguleikunum hjá teimum, sum fara undir útbúgving í Føroyum.
Tey, sum ynskja at fara undir at lesa bachelor í lóg aftan á summarferiuna, skulu søkja í seinasta lagi 1. juli. Nærri kunning um upptøku, upptøkutreytir v.m. verða sum skjótast at síggja á heimasíðu Fróðskaparsetursins.
Mentamálaráðið, 14. mars 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald