Mentan

B Jones á Okkara Voxbotn 2018

...

2017-12-22 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatini hjá Okkara Voxbotn 2018. Tí í dag boða fyriskipararnir frá, at kvinnuligi DJ???arin B Jones eisini verður við á ársins konsertdegi 30. juni.


B Jones telist millum best umtóktu kvinnuligu dj???arum í Evropa í løtuni. Hon er búsitandi á Ibiza, men ferðast nógv runt í Evropa, har hon er dj á stórum spælistøðum og festivalum. Alt summar hevur hon verið á plakatini saman við millum øðrum Kygo, Martin Garrix, Tiesto, David Guetta og fleiri øðrum kendum DJ???s.

Nú kemur hon so beinleiðis av Ibiza, har hon fer at seta lív í niðri í Vágsbotni í Havn.

Frammanundan er longu greitt, at Nephew, Mike Perry, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Swangah, Janus og Jens Marni, Hamradun og Danny & The Veetos eisini verða millum nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni í summar.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl, tú nú er bara nøkur heilt fá atgongumerki eftir og fyriskipararnir vænta, at tað verður endaliga útselt áðrenn jól.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder