Vinna

Avreiðingar januar 2018

...

2018-02-22 09:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Ársins fyrsta uppgerð av avreiðingunum fyri januar 2018 eru nú tøk í hagtalsgrunninum her. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. Niðanfyri í talvuni er samanburður gjørdur við avreiðingarnar í januar í ár ímun til í fjør. Ein skal verða varin við at gera tær heilt stóru niðurstøðurnar einans út frá einum mánað. Fyri tað fyrsta er hetta ein fyribilsuppgerð, og fyri tað næsta spæla onnur viðurskiftir inn, eitt nú hvørjumegin mánaðarskiftið at avreiðingin verður skrásett.

 

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder