2013-12-23 16:21
KVF.FO skrivar:
Teir eru tríggir ella fýra í tali, og ætlanin er at reka teir til havs.
Í lýsingini í morgun vóru fólk varug við, at nakrir augustar lógu útfyri Hvalvíksoyruni.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um tríggjar ella fýra augustar.
Teir eru tætt í landi, men hann heldur ikki at nakar av teimum er fastur.
??tlanin er at fáa rikið augustarnar aftur til havs.
Fyri nøkrum vikum síðani vóru eisini nakrir augustar í Sundalagnum.
Tveir av teimum rendu seg fastar, og teir stóðu ikki til at bjarga.
Annar av teimum deyðu varð sleipaður til havs, meðan hin varð flenasður á gomlu hvalastøðini við Áir.
Beinagrindin varð síðani søkt, og ætlanin er at seta hana upp á savninum sum skal gerast á gomlu hvalastøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald