Mentan

Áttandi føroyski teknifilmurin liðugur

...

2019-08-28 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sp/f Tatanka, sum hevur sítt høvuðsvirksemi innan undirhald fyri børn og vaksin, kemur nú út við sínum áttanda teknifilmi fyri børn. Filmurin hevur heitið ???Indianarabørnini???.


???Eins og við øllum hinum teknifilmunum er ætlanin við hesum áttanda teknifilminum at víðka um úrvalið av føroyskum barnatilfari á netinum og harvið geva foreldrum møguleikan at vísa børnunum, at sangir, ið tey annars hoyra og síggja á øðrum máli á netinum, eisini kunnu síggjast og hoyrast á føroyskum á netinum. Vit eru sera fegin um móttøkuna, ið filmarnir hava fingið. Filmarnir eru sæddir uml. 200.000 ferðir tilsamans, so eftir hesum at døma er tørvur á tílíkum tilfari???, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í Sp/f Tatanka.

??tgivið fleiri ókeypis teknifilmar
Í februar 2017 gav Sp/f Tatanka út tríggjar ókeypis teknifilmar á føroyskum máli. Seinni komu tríggir afturat, og síðst í 2018 kom nummar sjey út, og nú kemur so tann áttandi filmurin. Allir filmarnir síggjast ókeypis á YouTube og hava heitini:

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini???,
???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir???
???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum stavraðið???
???Stúti, Flaksi, Fima, Tatanka og Klippa koyra buss???
???Fingrasangurin???
???Høvd, akslar, knø og tær???
???Lítla fitta nissa mín???

Nýggi teknifilmurin kann síggjast á YouTube við at trýsta á hetta leinkið:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder