Sum áður nevnt í Kristiligu Tíðindasendingini, so vóru Svenning av Lofti, Ruth Gaardlykke og Páll á Lakjuni frá felagsskapinum Atlantic Mission á vitjan í oynni Mull við vesturstrond Skotlands í januar. Endamáli við ferðini var at seta seg í samband við samkomur og einstaklingar á oynni og inni á skotska meginlandinum.
Atlantic Mission sigur í tíðindaskrivi, at eftir vitjanina á Mull tók nevndin í Atlantic Mission avgerð um at gera eina vitjan út í oynna Mull við ???Juvel II??? á páskum í ár - og nakrar dagar eftir páskir. Oyggin Mull er næst størsta oyggj í Innaru Hebridunum.
Umframt oynna Mull, verður eisini vitja í býunum Oban og Fort William inni á skotska meginlandinum.
Svenning av Lofti, leiðari fyri Atlantic Mission, sigur, at ætlan er at ganga í øll húsini á oynni Mull við innbjóðingum og traktatum - og hava møti, útifundir og serstøk tiltøk fyri menn og kvinnur, og umframt vitja tveir barnaskúlar í oynni.
Hann sigur, at tá ið ???Juvel II??? kemur at bryggju í høvuðsstaðnum,Tobermory, fer hægsta umboðið í oynni, Councellor Mary-Jeana Devon, at halda røðu og bjóða føroyingunum vælkomin. Svenning sigur víðari í tíðindaskrivinum, at tað er so gleðiligt, at 12 ungfólk hava teknað seg at verða við í hesum verki.
Ein partur av luttakarunum fer at sigla niður til oynna Mull við Juvel II, men flestu flúgva til Edinburg og koyra síðani út í oynna. (Tíðindaskriv Svenning av Lofti)
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald